Heilsuverkið koppsetir fólk fyri covid-19 hvønn dag í vikuni, og nóg mikið av koppingarevni er í landinum til at koppseta uttan steðg.
Eftir at Danmark keypti eina stóra nøgd av koppingarevni úr Rumenia, hava Føroyar fingið meira koppingarevni enn nakrantíð áður. Metingin er, at 34.000 skamtar koma til landið í hesum mánaðinum.
Frá farna vikuskiftið og fram til og við hósdagin vórðu 5.442 fólk koppsett. Mikudagurin var tann besti dagurin – tá vóru 1.082 skamtar sproytaðir inn í føroyskar armar.
Koppsetingarbólkurin sigur, at fyri ólavsøku hava øll, sum ynskja tað, fingið fyrra prikið. Ætlanin er at verða liðug við koppsetingina síðst í august mánaði.
Higartil eru yvir 53.000 prik latin. Roknað verður við, at 84.000 prik skulu gerst fyri at fáa fullan flokkimmunitet.











