Ólavur í Beiti
Stjórin í Tele Føroyar visti einki um, at Mikladalur einki telefonsamband hevði havt síðan 23. September í ár, sum nevnt var í Fimmaranum mikudagin. Og tá tað so kom honum fyri oyrað í hesi sending, fór hann beinanvegin undir at kanna málið, og tað vísti seg, at sambandið varð komið aftur til Mikladals, áðrenn hesa sending.
Andras Róin sigur við Sosialin, at tað hava verið trupulleikar við útgerð, soleiðis at ein partur av bygdini Mikladalur hevur havt samband og annar ikki, og øvugt eisini, men nú riggar sambandið sum tað eigur.
Fipurnetið
Og í heila tikið kunnu norðingar roknað við einum betri sambandi nú, tí fipurkaðal er lagdur um Leirvíksfjørð, ein íløga um einar 13 mió. kr., í sambandið við digitaliseringina, so Klaksvíkin í hvussu so er, er nú komin í tað sonevnda Fipurnetið, sum fer at umfevna øll tey størru plássini í landinum.
Andras Róin vísir á, at Tele Føroyar hevur gjørt eina íløgu uppá 80 mió. kr. og hetta er 4-5 ferðir meiri enn vanligt hevur verið at gjørt, og tað fer at merkjast um alt landið.
54-tænastan
Viðvíkjandi 54 tænastuni, sigur stjórin í Tele Føroyar, at tað er sjálvandi ringt at venja seg av við eina tænastu, tú hevur havt í mong ár, men longu í 70-árunum átti henda tænasta at verið niðurløgd, tí eingin grund er at hava hana.
Stjórin vísir á, at í dag starvast 8 fólk hjá teletænastuni í Klaksvík, 3 meiri enn fyri nøkrum fáum árum síðani, og hetta er sjálvandi til tess at fáa tænastustøðið so høgt sum til ber. Uppnormeringar verða gjørdar alla tíðina, vísir stjórin á.
20 GSM-kundar dagliga
Digitala GSM-fartelefonskipanin sum skuldi setast í verk fyrr í summar, fór ikki at virka fyrr enn 15. Oktober, og sambært Andras Róin riggar henda skipan væl.
Stjórin upplýsir, at Tele Føroyar fær einar 20 GSM-kundar dagliga. Og eisini á hesum øki verður útbygt alla tíðina.