Tað vísa hagtøl frá Akstovuni.
Tilsamans eru nú 38.203 akfør skrásett í Føroyum. Tað merkir so, at parturin av el-bilum so spakuliga veksur. Á nýggjárunum vóru teir 0,29 prosent av samlaða talinum av akførum. 1. mai vóru teir komnir upp á 0,37 prosent, og við gongdini seinasta mánaðin, tá 24 el-bilar er skrásettir seinasta mánaðin, so kemur prosenttalið upp á 0,43. So nú nærkast vit einum hálvum prosenti av øllum skrásettum akførum í Føroyum.
Nevnast skal, at tá vit siga el-bilar, so eru el-motorsúkklur og el-prutl íroknað í tølini. Ein el-motorsúkkla er skrásett og 15 el-prutl. Hinir el-bilarnir eru 2 hýruvognar, 138 persónbilar og 8 vøruvognar.










