51 deyð í ferðsluvanlukku

Í hvussu er 51 fólk eru deyð, eftir at ein bussur og ein tangabilur stoyttu saman í Afghanistan í morgun. Eldur kom í bæði akførini beinanvegin.

Løgregluovastin, Zarawar Zahid, sigur við fjølmiðlarnar, at 51 av teimum 56 ferðafólkunum í bussinum doyðu, og at fleiri kvinnur og børn eru teirra millum. Sum skilst eru nógv so illa brend, at tað er torført at eyðmerkja tey.

Franska tíðindastovan AFP skrivar, at vanlukkan hendi á høvuðsvegnum í Ghanzi-landspartinum millum Kandahar og høvuðsstaðin, Kabul. Sagt verður, at NATO plagar at flyta útgerð eftir hesum vegnum til deildirnar har suðuri í landinum.