31. oktober í 2017 eru 500 liðin, síðan Martin Luther hongdi tiltiknu 95 setningarnar á kirkjudyrnar í Wittenberg.
– Hetta megu vit ikki lata fara afturvið borðinum, men minnast í Danmark, heldur danska stjórnin.
Drotningin hevur játtað at vera verji fyri minningarhaldinum. Kirkju- og mentamálaráðharrin, Per Stig Møller, hevur, saman við m.ø. Charlottu Sahl-Madsen, ráðharra innan vísindi, sett ein formansskap við yvirskipaðum heimildum at hava ábyrgdina av minnishaldinum.
Hans Skov Christiansen, áður stjóri innan Dansk Industri, hevur játtað at verða formaður. Formansskapurin telur íalt 11 limir. Nøvn teirra standa á heimasíðu Kirkjumálaráðsins - km.dk.