Tað eru ikki nógv fólk, sum uppliva at kunna hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag, men seinasta fríggjadag var ein hugnalig løta í kantinuni á høvuðsposthúsinum í Havn, tá móttøka var fyri Ingibjørg Jacobsen, sum hevur arbeitt á posthúsinum í 50 ár. Har vóru nógv fólk, bæði familja, vinir og starvsfelagar.
Ingibjørg Jacobsen byrjaði á posthúsinum í miðbýnum í Havn 15. september 1956, tá postverkið var danskt. Postmeistari tá var Martin Djurhuus. Allar avgerðir vórðu tiknar niðri, og postur úr Danmark kom bert annaðhvørt sunnukvøld.
Foreldrini hjá Ingibjørg høvdu bæði sítt yrki innanfyri post. Pápi Ingibjørg, Jákup Olsen (Zahle), arbeiddi sum postmaður, og var eisini tiltikin sum bæði kunstnari og sjónleikari. Mamma Ingibjørg Birte Helene arbeiddi í fleiri ár á Frímerkjadeildini.
Frá 1956 til postverkið varð yvirtikið í 1976, arbeiddi Ingibjørg sum kontórassistentur og sat við kassan á posthúsinum í miðbýnum, og síðan yvittøkuna hevur hon arbeitt mest við bókhaldi og roknskapi.
Fyri langa og trúgva tænastu var Ingibjørg instillað til medalju frá Drotningini, og tað var Knud Wacher, virkandi postverksstjóri, sum handaði Ingibjørg silvurmedaljuna. Stjórin helt í hesum sambandi røðu, har tað týðuliga kom til sjóndar at Ingibjørg er sera dugnalig og nógv avhildin.
Ingibjørg sjálv helt eisini røðu og segði at tá ein hevur arbeitt í sama stað í 50 ár, hevur ein eisini upplivað stórar broytingar. Samfelagið og harvið teir ymsu stovnarnir eru broyttir, til tess at fáa alt at vera meira effektivt og at kasta meiri av sær. Alt verður gjørt upp í krónum og oyrum, kanska bara í krónum. Tólini yvirtaka fleiri og fleiri uppgávur, sum fólk plagdu at taka sær av.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Eg eri glað fyri at eg slapp at gera mín lívsgerning her eg helst vildi í míni deiligu Havn Eg havi kent meg sum havnarfólk og Føroying, men hetta er ikki nóg mikið nú á døgum í dag skulu vit helst vera heimsborgarar og hava allan hemin sum arbeiðspláss.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tá eg hugsi um, hvussu eg fataði postverkið, áðrenn eg sjálv fór at arbeiða her, so var tað nakað við hugna, hvør var líka so ofta sum jólamaðurin og einglar myndaður í jólabókum og á jólakortum? Tað var postboðið, sum kom við postinum, gávunum og kærleiksbrøvunum, avgjørt ikki við rokningum, tí tá í tíðini høvdu handlar og virkir fólk, sum gingu við rokningum segði Ingibjørg m.a. í síni røðu..
Ingibjørg var gift Napoleon Jacobsen, sála, sum arbeiddi í Føroya Banka í mong ár. Tey fingu trý børn: Einar sum býr í Havn, Jórun sum býr á Kreta, og Gunnvør sum býr í Havn. Ommubørnini hjá Ingibjørg eru 8 í tali.