Tey eru 50 í tali, og skulu tey ferðast kring oyggjarnar í bussi, sum tey sjálvi hava við sær. Týsdagin vitja tey millum annað Tøting í Gøtu, Fríðrikskirkjuna og Leguhúsið í Nesvík. Annars skulu vitja í Gásadali, kirkjuni í Sandavági, Vestmannabjørgini og í Sandoynni. Við í ferðalagnum er dansk-norski trúboðarin, Klaus Muff, og skal hann tala á einum møti, sum verður í Argja kirkju týskvøldið í næstu viku. Tað er John S. Myllhamar í Sandavági, ið hevur lagt teimum túrin til rættis. Hann ferðast somuleiðis við teimum kring landið.