Tann 1. juni hevði MC-Sølan hjá Anders Berg á Norðasta Horni selt 50 nýggjar motorsúkklur. Motorsúkklu nr. 50 keypti Jógvan Kristoffersen í Havn. Talan var um eina Suzuki SV 1000 við 120 hk.
Av teimum 50 motorsúkklunum vóru tær 35 Suzuki, meðan hinar 15 vóru Kawasaki.
Tað sum gjørdi allan munin var, at skrásetingargjaldið á nýggjárinum fór úr 125 prosentum niður í 50 prosent. Hetta hevur havt við sær, at tey flestu nú heldur keypa sær eina nýggja motorsúkklu í staðin fyri eina góða brúkta.
Sum tað sæst í hagtølunum hjá Akstovuni, eru 137 motorsúkklur seldar fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til bert tríggjar í fjør.
Heimasíðan hjá MC-Søluni: www.mc-solan.fo