- Hvønn morgun, eg komi til arbeiðis, hevur tað verið eitt nýtt bræv til jólamannin her. Og børnini gera sær veruliga ómak - tey pynta konvoluttarnar og skriva so pent, sum tey megna, greiðir Maria Brøðraberg frá.
Tað er ymiskt hvussu brøvini eru adresserað; summi eru til jólamannin í Grønlandi, onnur til jólamannin á Norðpólinum ella til jólamannin í fjøllunum. Summi hava frímerki, onnur hava ikki. Men tey verða øll savnað saman - og tey verða øll lisin.
- Kontrollørarnir hjá okkum lesa brøvini, og so vítt gjørligt royna vit at svara aftur. Men vit hava, sum øll onnur, so sera nógv at gera um jólini, og tíverri endar tann uppgávan aftast á okkara raðfestingarlista. So vit náa neyvan at svara øllum, hóast vit royna, sigur Maria Brøðraberg.
Hon sigur, at tá børn koma inn á gólvið hjá Posta, roynir hon at eggja teimum til at skriva til jólamannin.
- Eg sigi teimum, at um tey koyra brævið í ein postkassa, so senda vit jólamanninum tað. Flestu foreldrini eru við uppá tað og halda tað vera stuttligt.
Hon sigur tó, at hóast talið av brøvum til jólamannin hvørt ár er høgt, so var tað nógv hægri fyrr.
- Brøvini fækkast ár um ár. Eg veit ikki, um børnini ikki trúgva uppá jólamannin longur, ella um tey maila til hansara ístaðin fyri, sigur Maria Brøðraberg smílandi.










