Vanlukkan hendi 11. februar í 1973 á leiðini millum Føroyar og Ísland, tá Sjöstjarnan í Keflavík sakk. Við vóru 10 fólk, fimm føroyingar úr Miðvági og fimm íslendingar, níggju mans og ein kvinna.
47 ára gamli John Frits á Løgmansbø, 2. maskinmeistari, føddur 26. november 1925, Miðvágur, eftir sita kona og 5 børn í aldrinum 12 til 22 ár.
46 ára gamli Niels Juul Haraldsen, dekkari, føddur 25. februar 1927, Miðvágur, eftir sita kona og 2 børn, 12 og 18 ára gomul.
35 ára gamli Alexander Gjoveraa, dekkari (ættaður úr Húsavík í Íslandi, og hevði ættarbond í Føroyum, meira um tað longur niðri), føddur 18.februar 1935, Neskaupstaður, eftir sita kona og 2 børn 4 og 8 ára gomul.
Alexander var á veg heim til Íslands eftir eitt 2 ára tíðarskeið í Føroyum.
28 ára gamli Holberg Berhardson, dekkari, føddur 31.januar 1945, Miðvágur, ógiftur, eingi børn.
20 ára gamli Arnfinn Joensen, dekkari, føddur 26.december 1952, Miðvágur, ógiftur, eingi børn
15 ára gamli Hans Marius Næss, dekkari, føddur 29.mars 1957, Miðvági, ógiftur, eingi børn.
34 ára gamli Engilbert Kolbeinsson, skipari, føddur 7.september 1938, Ytru-Njarvík, og kona hansara 27 ára gamla Gréta þórarinsdóttir, kokkur, fødd 29.september 1945, Njarvík, eftir tey bæði situr árs gamalt barn.
Engilbert átti 3 børn frá øðrum hjúnarbandi.
26 ára gamli þór Kjartansson, stýrimaður, føddur 22. apríl 1946, Alfaskeiði 76, Hafnafjørður, eftir sita kona og 5 ára gamalt barn. þór átti eisini 8 ára gamalt barn frá øðrum forholdi.
41 ára gamli Guðmundur Jón Magnússon, 1.maskinmeistari, føddur 28.januar 1932, eftir sita kona og 7 børn í aldrinum 7 til 18 ár.
Lesið áhugavert tilfar um hendingina á vagaskip.dk
##med2##