Fyrst fær tyrlan boð um at fara at leita á Hvalbiarfirði. Síðani fekk Tjaldrið boð um tað sama. Øll skip og allir bátar á leiðini fáa boð um at melda frá, um tey gerast varug við nakað. Somuleiðis verða havnamyndugleikarnir involveraðir. Jú sanniliga var apparatið stórt, sum fór í gongd mikukvøldið, tá leitað varð á bæði sjógvi og landi í Hvalba, tí ein neyðrakett var sædd í myrkrinum.
Tíbetur, kann man siga, at onki var hent. Men løgreglan og Sjónbjargingarstøðin vilja bæði helst vera tílíkt arbeiði fyri uttan. Arbeiði til onga nyttu, tí onkur hevur stytt sær stundir við at skjóta neyðrakettir av landi.
Neyðrakettir eiga bara at verða skotnar av fólki í neyð á sjónum, og tí verður tað altíð tikið fullum álvara, tá fráboðanir um tílíkt koma. Men tað er ikki kostnaðarleyst, tá eitt leitiarbeiði fer í gongd.
Hálvthundraðtúsund
Uttan at kunna seta júst krónur og oyrur á, so vátta tey á Sjóbjargingarstøðini, at apparatið, sum fór í gongd mikukvøldið kostar minst 50.000 krónur. Løgreglan á Tvøroyri sigur, at tað als ikki er óhugsandi, at viðkomandi, ið sendi neyðrakettina, kann fáa eitt endurgjaldskrav, so í so máta er talan um eina rættiliga dýra neyðrakett. Eisini ber til at staðfesta, at talan er um eina serstakliga keðiliga nýggjárheilsan at fáa, og vit kunnu bara vóna, at nýggjárslyftið hjá viðkomandi verður, at hann ongantíð aftur ferð at senda eina neyðrakett, uttan at tað er neyðugt.