Essayistur Ólavur Rasmussen
Eg setti mínum starvsfelaga stevnu, og vit hittust í prestagarðinum hjá viðkomandi. Presturin var ógvuliga blíður, hetta var ein góðan sólksinsdag, og drukku vit kaffi uttanfyri. Vit høvdu góðar stundir at práta. Presturin visti avbera væl, at eg var alt annað enn nøgdur við sáttmálan, sum nevndin hevði undirskrivað, men hetta var hóast alt bara ein ósemja um eina sak, og hevði einki við persónligu viðurskiftini okkara millum at gera.
So bar eg upp míni ørindi. Segði sum var, at eg eri av G slagnum í Gøtu, stóra G væl at merkja, ikki av næstu skyldmonnunum hjá Tobba fyri einki, og eri bersøgin av lyndi, hóast hjartað er bleytt. Segði við prestin, at eg trívist best millum menniskju, sum eg veit hvar eg havi, og tí fór eg at leggja kortini á borðið; eg var ikki komin at seta krøv um nakað sum helst, tí at ein og hvør, sum søkir eitt starv, má fyrireika seg til ikki at fáa tað. Men eg var í eini serstøðu júst í hesum máli, og tí vildi eg staðiliga hava viðkomandi at siga mær, opið og erliga, um hann ætlaði at stuðla mær, tí, um hann ikki gjørdi tað, so fór eg at taka umsóknina aftur og mæla nevndini til einmælt at innstilla Andrias Andreasen, tí at so sat danska sjómanskirkjan í eini ringari støðu, hóast eg, sum longu sagt, visti, at Andrias var fullkomiliga avskrivaður.
Presturin var ikki í iva; hann skilti væl mína støðu, segði eisini, at uttan mín leiklut var einki sjómansprestastarv yvirhøvur, og bað endiliga lata umsóknina standa við, tí at tann nýggja sjómanskirkjan hevði brúk fyri eini effektivari byrjan. Eg endurtók, at tað var ógvuliga umráðandi fyri meg, at hann segði mær sannleikan, og avdúkaði tað stóra loyndarmálið hjá donsku sjómanskirkjuni, og legði honum eina við, at tað eru pengar hjá føroyska skattgjaldaranum og okkara siglandi fólki tað snýr seg um, og ikki ein kyniskur glæntrileikur hjá Ronald Pedersen og Claus Harms.
Presturin bað meg fara suðuraftur í góðum treysti um, at málið fór at fáa ein bjartan enda.
Kvøldið eftir var innstillingarfundur og einaferð noyddist eg at ásanna, at starvsfelagin, sum dagin fyri hevði róst mær fyri míni avrik í samband við sjómansprestastarvið, bara hevði slongt mær okkurt uppí andlitið.
Tá ið úrslitið av innstillingini fyrilá, vóru tvær atkvøður fyri mær og tvær fyri Andriasi. Tað stóð á jøvnum. Hetta var sjálvandi ein skítbýtt støða, sum ongastaðni hoyrir heima í eini so týdningarmiklari nevnd. Heilt út av lagi óprofessionelt, og uppaftur meira óprofessionelt handlaði nevndin, tá ið hon avgjørdi spurningin við lutakasti, sum um tey spældu ludo. Nevndin visti fullvæl, at alt uttan einmælt innstilling, annaðhvørt av mær ella Andriasi, var at geva málið upp til skutils, so at Ronald og Claus kundu hóreiggja sær akkurát sum teir vildu. Nevndin kendi nevniliga eisini loyndarmálið.
Ùrslitið av lutakastinum var, at Andrias varð innstillaður sum nummar eitt, undirritaði sum nummar tvey. Eftirsum at nevndin skuldi vera fitt móti øllum innstillaði hon Hjørdis sum nummar trý. Enn einaferð vórðu terningarnir kastaðir beint í føvningin á donsku sjómanskirkjuni, sum straks gjørdi sær dælt av støðuni.
Eg gjørdist so illa við av løgna atburðinum hjá mínum starvsfelaga, at eg umgangandi sendi skriv til nevndina, og gav boð um, at mín umsókn ikki skuldi teljast við, og heitti eg á nevndina um at stuðla Andriasi.
Innstillingin úr Føroyum varð send donsku sjómanskirkjuni. Andrias var einsamallur nummar eitt, og einasti føroyingur, við royndum í Føroyum og á sjónum, sum nú var at velja ímillum.
Men eg visti betur. Danska sjómanskirkjan fór ongantíð at seta Andrias í starvið í Hull, hóast tað onga aðrastaðni í ríkinum hevði komið fyri, at ein umsøkjari til eitt prestastarv, sum er innstillaður sum nummer eitt, og har næsti maður hevur tikið seg aftur, við fullum stuðli til tann fyrstvalda, ikki hevði fingið starvið.
Ólavur Petersen, skyldmaðurin, hevur skrivað ein hóp um hetta mál í føroyskum bløðum, serliga við atliti at Andriasi. Eg havi, av ávísum prestum í Føroyum, verið lagdur undir at standa aftanfyri hesa skriv-ing, at hava verið tann, sum hevur løtt, meðan navnin hevur skotið. Aðrir prestar hava gitt, at tað er høgravongurin í føroysku prestastættini, sum stendur aftan fyri skrivingina hjá Ólavi Petersen. Fyri mítt egna persónliga viðkomandi kann eg bara siga, at tað liggur mær so ómetaliga fjart at krógva mínar meiningar aftanfyri aðrar persónar.
Tesan hjá Òlavi Petersen er, at tað er Jógvan Fríðriksson, sum er tann stóri skurkurin í spælinum, og at hann hevur misnýtt sítt vald sum formaður í nevndini fyri føroysku sjómanskirkjuni, til tess at forða fyri, at Andrias fekk starvið sum sjómansprestur í Hull.
Eg eri ikki bara ósamdur við Ólavi Petersen í hesum harða dómi, men kann enntá prógva, at tað er einki hald í hansara álopum á Jógvan. Men nú kemur undan kavi tann veruliga bumban, sum hevur minst líka so stóra spreingiløðing sum bumburnar hjá skyldmanninum inni á Langa-nesi.
Ein bumba, sum rakar bæði ta føroysku og ta donsku sjómanskirkjuna og mentamálaráðið, væl at merkja um partarnir ikki eru líkaglaðir. Eg tosi um tað stóra loyndarmálið hjá donsku sjómanskirkjuni.