476 løgreglufólk særd í Hamburg

- Vit hava ongantíð áður upplivað so nógvan harðskap og hatur, sigur løgreglan í Hamburg

Síðani hósdagin hava 476 løgreglufólk fingið skaða í umfatandi ófriði í týska býnum Hamburg, har sonevndur G20 toppfundur hevur verið. G20 er heitið á felagsskapi millum 20 týðandi búskapir í heiminum.

Mótmælisfólk og løgregla hava hesar seinastu dagarnar verið í støðugum stríði við hvørt annað, og umfatandi herverk er gjørt á bilar, bygningar og aðrar lutir í býnum.

Løgreglan í Hamburg upplýsir í dag, at 476 løgreglufólk hava fingið skaða í ófriðnum. Flestu teirra hava fingið smærri snuddir.

G20 toppfundurin endaði í gjár, men ófriðurin og bardagarnir hildu fram í nátt.  

- Vit hava ongantíð áður upplivað so nógvan harðskap og hatur, sigur Timo Zill, talsmaður fyri løgregluna í Hamborg, við Die Welt.

Yvir 200 mótmælisfólk eru sett í varðhald, og nógv mótmælisfólk hava eisini fingið snuddir.

- Løgreglan hevði væntað mótmæli og harðaskap frá vinstra-autunomum í sambandi við toppfundin, men eirindaleysir kriminellir persónar hava luttikið á ein hátt, sum vit ikki kundu ímynda okkum, sigur innanríkisráðharrin Andy Grote við Hamburger Abendblatt.

Angela Merkel, týskur kanslari, hevur hvassliga fordømt framferðina hjá mótmælisfólkunum.

Forsetin í týska ríkjasambandinum, Frank-Walter Steinmeier, hevur vitjað í Hamburg í morgun, og hann segði seg vera skelkaðan av hendingunum seinastu dagarnar.