45.000 deyðir russiskir hermenn eru eyðmerktir

Sagt verður, at hermenninir eru eyðmerktir um opnar keldur, sum eitt nú deyðslýsingar.

BBC, sum eisini hevur tíðindi á russiskum máli og miðilin, Mediazona, hava eyðmerkt fleiri enn 45.000 deyðar russiskar hermenn.

 

Talan er um hermenn, sum hava latið lív í krígnum í Ukraina, og tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur BBC og Mediazona.

 

Sagt verður, at deyðu russisku hermenninir eru eyðmerktir um opnar keldur, sum eitt nú deyðslýsingar.

 

Men, her er talan so bara um eyðmerktar hermenn, samstundis sum veruliga talið av deyðum russiskum hermonnum í krígnum í Ukraina er ókent.

 

Hvørki Ukraina ella Russland hava upplýst veruliga talið av deyðum hermonnum, síðan Russland leyp á Ukraina fyri skjótt tveimum árum síðan.

 

Tíðindastovan NTB vísir á, at samstundis, sum londini ikki vilja upplýsa deyðstøl, kunngera londini vanliga stór deyðstøl hjá mótpartinum.

 

Um trý samdøgur - ella hin 24. februar - eru liðin tvey ár síðan, at russiski herurin leyp á Ukraina við síni stóru og eirindaleysu hermegi. 

 

Nógv herfólk og eitt stórt tal av sivilfólki eru deyð í krígnum, og nógvir ukrainar - serliga í eystara parti av landinum - eru flýddir úr heimlandinum.

 

Landafrøðiliga sæð situr Russland í dag á minni ukrainskum landaøki, enn landið gjørdi eftir tær fyrstu tvær til tríggjar vikurnar av krígnum.

 

Eftir nøkrum døgum við kríggi, var russiski herurin næstan inni í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv og næst størsta býi landsins, Kharkiv.

 

Russiski herurin noyddist skjótt at taka seg aftur úr øllum høvuðsstaðarøkinum, eins og russisku hermenninir vórðu riknir aftur av Kharkiv-leiðini.

 

Eisini á Kherson-leiðini har suðuri í landinum hevur russiski herurin verið fyri tapum, men russar hava í staðin fótað sær har eysturi í Ukraina.