Tingfundur er settur at verða klokkan tíggju í morgun. Hetta er fyrsti tingfundur síðani løgtingið varð sett týsdagin, men einki annað er á skránni enn val til nevndir, grannskoðarar, ráð og annað.
Fyrst skal løgtingið manna tær 45 nevndarsessirnir í teimum sjey nevndunum, ið eru nevndar í §24 tingskipanini.
Í fíggjarnevndini, uttanlandsnevndini, vinnunevndini, trivnaðarnevndini, mentanarnevndini og rættarnevndini skulu sjey umboð veljast, meðan trý fólk manna landsstýrismálanevndina. Harumframt skulu varafólk eisini veljast til allar nevndirnar.
Býtið av nevndunum er ávirka av lutfallinum millum andstøðu og samgongu, har tað eisini er vanligt, at smærru andstøðuflokkarnar gera avtalu um tekniskt samstarv við samgonguflokkarnar fyri at betra um teirra egnu støðu.
Harumframt eru ymisk onnur umboð, ið skulu veljast.
Tvey umboð skulu veljast til Norðurlandaráðið, har samgongan og andstøðan deilast um hvør sítt, meðan seks umboð skulu veljast til Útnorðurráðið, trý frá andstøðuni og trý frá samgonguni.
Síðani skal løgtingið eisini velja løgtingsgrannskoðara, 4 limir í Lokalnevndina, nevningagrundlistanevndir og tvey umboð at hava eftirlit við varhaldsfangum.










