45 milliónir mangla í

At fíggjarkreppan, sum stakk seg upp á heysti 2008, hevur rakt bilasøluna meint, sæst aftur í landsroknskapinum. 45 milliónir mangla í. Í 2007, meðan tað enn vóru gulltíðir, var inntøkan hjá landskassanum av skrásetingargjaldi heilt uppi á 65,8 milliónum krónum fyri teir fyrstu fimm mánaðirnar í árinum.

Frá januar til mai í 2008, framvegis áðrenn fíggjarkreppuna, var hetta talið 54,3 milliónir krónur fyrstu fimm mánaðirnar.

Í fjør, meðan fíggjarkreppan og ringasta óvissan stóð við, rapaði henda inntøkan 37 milliónir niður, niður í 17,3 milliónir krónur, og fyrstu fimm mánaðirnar í ár er tað eitt lítið vet betri, knappar 21 milliónir krónur í inntøkum av skrásetingargjaldi, ella gott og væl 45 milliónir minni enn í 2007.