41 ára gamal nývaldur kongreslimur deyður av koronu

Luke Letlow er fyrsti limur í Kongressini í USA, sum er deyður av covid-19, upplýsir guvernørur.

 

Nývaldi 41 ára gamli kongresslimurin fyri statin Lousiana, Luke Letlow, doyði í gjár av covid-19.

Tað upplýsir guvernørurin, John Bel Edwards, á Twitter.

– Tað er við tungum hjarta, at kona mín og eg mugu kondolera familjuna hjá nývalda kongressliminum, Luke Letlows, eftir at hann er deyður av covid-19, skrivar guvernørurin

Letlow almannakunngjørdi 18. desember, at hann var staðfestur positivur við koronuvirus.

Hann var innlagdur á sjúkrahús tríggjar dagar seinni í Shreveport í Lousiana og skuldi havt byrjað í starvinum sum limur í Umboðsmannatinginum sunnudagin, tá nýggja tingsetan hjá Kongressini byrjar.

Eftir Letlow sita kona og tvey børn.

– Familjan er fegin um allar bønir og allan stuðul seinastu dagarnar, men biður um at fólk virða privatlívið í hesum truplu døgum, verður sagt í boðum frá familjuni til amerikanskar miðlar.

Luke Letlow er fyrsti kongresslimur í USA, sum er deyður av covid-19.

Eisini meirilutaleiðarin í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, vísir sína sorg um deyða Letlows.

– Nývaldi kongreslimurin var níggjunda ættarlið av eini Louisiana-familju og stríddist inniliga fyri sínum sjónarmiðum og gav lív sítt í tænastu fyri almenningin, sigur hon í tíðindaskrivi.

– Meðan Umboðsmannatingið syrgir, bráðnar sorg okkara saman við sorgini hjá teimum mongu familjunum, sum eisini hava mist ein kæran vegna hetta ræðuliga virus.

Seinastu mánaðirnar hevur USA havt stóra øking í smittutølunum.

Mánadagin hvødu yvir 19,5 milliónir fólk verið smittað við koronuvirus í USA. 337.918 smittað eru deyð í USA undir farsóttini.

/ritzau/AFP