4000 hítir á Summar Festivalinum

4000 hítir vóru latnar gestunum á Summar Festivalinum. Tað var Fólkaheilsuráðið, sum við ókeypis hítum og upplýsandi tilfarið um kynssjúkuna Klamydia, sum fyri triðju ferð vóru á tónleikafestivali í Føroyum

Skrivað hevur Eirikur í Jákupsstovu

red(at)sosialurin.fo


- Ræðuligt tað er kul at tit eru her aftur í ár, var vanligasta viðmerkingin bólkurin frá Fólkaheilsuráðnum fekk á Summar Festivalinum, sigur Malan Egholm.

Fólk, ið vóru á festivali í Klaksvík um vikuskiftið sóu helst nógvar uppblástar hítir flúgva uppiyvir fjøldini. Tó kann illa roknast við, at allar 4000, sum Fólkaheilsuráðið lat festivalgestunum vóru nýttar til hetta endamál, so hugsast kann tí, at annað enn tónleikur var á skránni hjá nógvum fólki á Summar Festivalinum 2008.

- Sjálvandi vóni eg, at flestu híturnar vóru nýttar til ætlaða endamálið og ikki bert nýttar sum ballóndjór, og tað gleðir meg harafturat, at ongin sýntist ónøgdur við, at vit vóru har. Hetta kann metast sum ein sigur í bardaganum móti kynssjúkum, tí alt ov sjáldan verður tosa um hesar, sigur Malan Egholm.

Harafturat letur Malan Egholm sera væl at nógvu spurningunum, sum tey ungu tordu at seta teimum. Tí tað vóru serliga ungfólk, ið vitjaðu básin hesar tríggjar dagarnar festivalurin var.

- Tey ungu eru so øgiliga ósmæðin og áhugaði. Sjálvandi koma tey fyrst og fremst fyri at fáa ókeypis hítir, sum lutfalsliga nógv fyri ungfólk. Men heili 700 svaraðu spurnablaðnum vit høvdu liggjandi.

Ofta verður tosa um baby-boom í Klaksvík aftaná Summar Festivalin, men kanska er tað útsett á hesum sinni, nú hítir vóru latnar til næstan annanhvønn gest á festivalinum.