40 prosent vraka flatskattin

GALLUP-KANN­ING Ein meiriluti av Føroya fólki heldur, at tað ikki er eitt gott hugskot at seta í gildi eina flatskattaskipan

Sambært veljarakanningini, sum Gall­up-Føroyar gjørdi fyri Sos­i­alin í síðstu viku, so er tað ein meiriluti av Før­oya fólki, sum ikki ynskir flat­skatt­a­skip­an­ina hjá lands­stýr­inum.
Gallup Føroyar hevur bið­ið fólk geva skipanini ein kar­ak­ter frá 1 til 10, har 1 er tann ringasti og 10 tann besti kar­ak­ter­ur­in.
Kanningin vísir, at 64 pro­sent geva ætlanini ein karak­ter undir miðal. Heili 40 pro­sent geva ætlanini botn­karakter.
Hinvegin vísir kanningin, at 22 prosent geva ætlanini ein kar­ak­ter yvir miðal, har av átta pro­sent geva ætlanini topp­karakter.
Um vit býta tey sum svara í tveir bólkar, har ein er pos­i­t­i­­vur og hin er neg­a­tiv­ur – tey, sum geva ætlanini yvir mið­al og und­ir mið­al – so eru tveir trið­ingar negativir, me­ð­an bert ein triðingur er pos­i­tivur.

Bestu undirtøku í Fólakflokkinum
Hyggja vit so eftir teimum fýra sam­gong­u­flokk­u­num, so hev­ur upp­skot­ið um flat­skatt størstu und­ir­tøk­u­na í Fólkaflokkinum. Velj­ar­ar floks­ins geva í mið­al ætl­an­ini kar­ak­te­r­in 6,4 á hes­um sama skala mill­um 1 og 10. Flestu velj­ar­ar­nir hjá Fólk­a­flokk­i­num geva ætl­an­ini topp­kar­ak­te­r­in 10. Tey eru 23 pro­sent, meðan 15 prosent geva ætl­anini botnkarakterin 1.
Hetta er helst ikki so galið út­gangs­punkt hjá Jørgen Nicl­a­sen og Fólkaflokkinum, tí tað vísir, at veljararnir hjá flokk­i­num taka undir við ætl­an­i­ni.
Hinvegin er undirtøkan ikki eins góð í hinum sam­gong­u­flokk­u­num.

Miðflokkurin næstheitastur
Næststørstu und­ir­tøk­u­na hev­ur flat­skatt­a­skip­an­in mil­l­um velj­ar­ar hjá Mið­flokk­i­num. Velj­arar floks­ins geva ætl­an­ini mið­al­kar­ak­ter­in 4,0.
26 prosent av veljarunum hjá Mið­flokkinum geva tó ætl­anini botn­kar­ak­ter­in 1, með­­an 18 pro­sent geva ætl­an­ini topp­kar­ak­ter­in 10. Men í miðal fær ætlanini kar­ak­ter­in 4,0 frá veljarunm Mið­floks­ins.
Veljararnir hjá Sam­bands­flokk­i­num geva ætlanini mið­al­kar­ak­ter­in 3,8. Heili 38 pro­sent av velj­ar­u­num hjá Sam­bands­flokk­i­num geva ætl­an­ini botn­kar­ak­ter­in 1, með­an 19 pro­sent geva ætl­an­i­ni topp­kar­ak­terin 10.
Veljarar hjá Sjálvstýr­is­flokk­i­num taka als ikki und­ir við æt­l­a­n­ini. Teir geva ætl­an­ini kar­ak­ter­in 2,4 – sum enn­tá er lægri kar­ak­t­er­ur, enn velj­ar­ar­nir hjá Javn­að­ar­flokk­i­num geva ætlanini.
59 prosent av veljarunum hjá Sjálv­stýr­is­flokk­i­num ­geva ætl­an­ini botn­kar­ak­ter­in 1, men bert seks pro­sent geva ætl­an­ini topp­kar­ak­ter­in 10.

Størsta mótstøða í Tjóðveldi
Av teimum trimum and­støð­u­flokk­u­num, Tjóð­veld­i­num, Javn­að­ar­flokk­i­num og Fram­sókn, er tað Tjóð­veldi sum held­ur minst um ætl­anini við flat­skatt­i­num. Tjóð­veld­is­velj­ar­ar geva ætl­ani­ni mið­al­kar­ak­ter­in 2,1. Heili 66 pro­sent geva ætl­an­ini botn­kar­ak­ter­in 1, með­an 10 pro­sent geva ætl­anini topp­kar­ak­te­rin ­10.
Næstringasta karak­ter­in í and­støð­uni fær flat­skatt­a­skip­an­ini frá Javn­að­ar­flokk­i­num – hóast flokk­ur­in er eitt sind­ur hei­t­ari fyri skip­an­ini enn Sjálv­stýr­is­flokkurin.
Velj­ar­ar­nir hjá Javn­að­ar­flokk­i­num geva fla­t­skatt­a­skip­an­ini mið­al­kar­ak­ter­in 2,9.
57 prosent av javn­að­ar­velj­ar­unum geva ætl­an­ini botn­kar­ak­ter­in 1, með­an 11 pro­sent geva skip­an­ini topp­kar­ak­ter­in 10.
Veljararnir hjá Framsókn eru eitt sindur heitari fyri flat­skatt­a­skip­an­ini, enn hinir and­støðu­flokk­ar­nir. Teir eru líka heit­ir fyri skip­anini, sum velj­ar­ar­nir hjá Mið­flokk­i­num, og eitt veit heitari fyri skip­anini, enn veljararnir hjá Sam­bands­flokk­i­num. Velj­ar­ar­nir hjá Fram­sókn geva ætl­an­ini mið­al­kar­ak­ter­in 4,0.
39 prosent av veljarunum hjá Fram­sókn geva ætlanini botn­kar­a­kt­e­rin 1, með­an sjey pro­sent geva ætl­an­ini topp­kar­ak­ter­in 11.
Skulu vit bólka flokkarnar eft­ir, hvør tekur mest undir við flat­skatt­a­skip­an­ini hjá lands­stýrinum, so verður úrs­lit­ið hetta:
1. Fólkaflokkurin 6,4
2. Miðflokkurin 4,0
3. Framsókn 4,0
4. Sam­bands­flokk­ur. 3,8
5. Javnaðarflokkurin 2,9
6. Sjálvstýrisflokkur. 2,3
7. Tjóðveldi 2,1