40 nýggj listaverk hjá Arnoldi

FRAMSÝNING Leygardagin heiðraði bygdarfólkið á Viðareiði listamálaran og bygdarmannin Arnold Vegghamar sum júst er farin um tey 75 árini. – Vit eru sera væl nøgdir við undirtøkuna, siga tveir av fyrireikarunum, Andrias Justesen og Sjúrður Joensen.

Viðareiði: Tað var tíðliga í vár, at bygdaráðið setti niður ein bólk sum skuldi fyrireika hetta hátíðarhaldið.

Í hesum bólki vóru vald Andrias Justesen, Sjúrður Joensen, Bergur Viderø, Jensebeth Absalonsen og Hanus Kjølbro.

Stóri dagurin varð ásettur at vera leygardagin 28. apríl. Hetta var í mangar mátar ein góður dagur, tí ókeypis var at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Nógv varð gjørt burturúr henda dagin á Viðareiði, bæði við talum, sangi og hugleiðingum.

Til høvið hevði fyrireikingarbólkurin fingið Arnstein Niclasen og Kinnu Poulsen, listaummælara at halda røðu. Samstundis settu 17 sangarar úr Klaksvík eisini sín dám á tiltakið.

- Eg haldi, at tað mundu vera eini 400 fólk sum vitjaðu framsýningina hesar báðar dagarnar, segði Andrias Justesen við Rás2 týsdagin.



40 nýggj verk

Tað lá ikki í kortunum, at Arnold skuldi gerast listamaður burturav. Hann byrjaði annars handaliga og kreativa lív sítt sum gullsmiður.

Síðani hann gavst sum gullsmiður, hevur Arnold búð á Viðareiði, og sum listamaður hevur hann verið rættiliga virkin:

Í atelierinum í kjallaranum er ofta trongligt, tí málningar í longum rað standa allastaðni fram við veggjunum. Javnan kemur fólk, frá nær og fjar, á gátt at hyggja og kanska ogna sær onkran málning.

Myndevnini hjá Arnoldi eru framvegis Viðareiði, Malinsfjall, Villingadalsfjall, Hellan og Eiðsvíkin, hús, bátar og fólk. Hann málar ofta sama motivið umaftur og umaftur, og stílurin er so við og við vorðin alt einfaldari, so teir sterku litirnir sleppa at tala fyri seg.

Í 2010 gav Listasavn Føroya út bók um listina hjá Arnoldi, samstundis sum hann lat upp framsýning í Listaskálanum. Bókin viðger listina hjá Arnold frá teimum fyrstu royndunum og upp til dagin í dag, og umrøður tann sermerkta og persónliga stílin, ið Arnold hevur funnið.

Í bókini verður list hansara lýst soleiðis:

- Víst er tað so, at landslagið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verkinum, koma vit inn í annan hugaheim. Vit síggja landslagið við øðrum eygum. Í hesum finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslagsmálningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi.

At list hansara framvegis hevur áhuga, prógvar framsýningin í fimleikarhøllini í Viðareiðis skúla til fulnar.

Á framsýningini vóru íalt 50 listaverk, harav 40 teirra vóru nýggj. Hugurin at ogna sær eitt av hansara verkum var so stórur, at 30 teirra vórðu seld hesar dagarnar. 




FAKTA


Arnold Vegghamar

22. apríl fylti Arnold Vegghamar 75 ár.

Arnold hevur málað heilt frá ungum árum og hevur við á nógvum framsýningum. Í nógv ár arbeiddi hann sum gullsmiður í Havn, og stundirnar til at mála vóru ikki altíð so góðar.

Men á hvørjum ári legði hann tó nakrar málningar eftir seg. Myndevnini vóru aloftast úr náttúruni kring heimbygdina, og stílurin var siðbundin naturalistiskur sum hjá nógvum føroyskum málarum.

Stílurin er so við og við vorðin alt einfaldari, so teir sterku litirnir sleppa at tala fyri seg.