Av teimum 40 døgunum eru teir 10 tó treytaðir.
Harafturat skal hann rinda eina bót upp á 4.250 krónur.??Hann er dømdur fyri at hava koyrt útav við kenning í Kollafirði við einum bili, sum ongar nummarplátur hevði og sum sostatt heldur ikki var ábyrgdartryggjaður.??
Hetta gjørdi hann, hóast hann onki koyrikort hevur, tí í 2008 er hann dømdur at missa tað í fimm ár fyri at koyra við kenning??Men longu í 2002 varð hann eisini dømdur at missa koyrikortið í tvey ár, eisini fyri at koyra við kenning.??
Somuleiðis er hann dømdur fyri at hava havt eina hassjplantasju við 10 plantum heima við hús, og alla útgerð at dyrka hassj við, umframt at hava turkað hassj. ??
Kvinnan, sum maðurin livir saman við, varð eisini dømd í hesum sambandi, og tilsamans høvdu teir 264 gramm av hassjplantum.??
Harafturat er maðurin ákærdur fyri at grovt tjóvarí, tá ið hann stjól eina byrsu fyri 16.000 krónur úr einum handli.??
Maðurin noktaði seg sekan í at hava koyrt ov skjótt, og kvinnan noktaði seg sekan í at hava havt nakað við hassjplanturnar at gera. ??
Maðurin er eisini í aðrar mátar ein gamal kenningur hjá løgregluni, tí í 2002 varð hann eisini dømdur at sita í fongsli í tríggjar mánaðir.??Men hann varð dømdur sekur í øllum ákærum – uttan av hava koyrt við ov nópgvari ferð – og tað kostar honum nú 40 dagar í fongsli.
Ger hann onki ólógligt hetta næsta árið, sleppur hann sostatt undan at sita teir tíggju dagarnar,??men hinar 30 dagarnar sleppur hann ikki undan at sita.??
Samstundis legði dómarin dent á, at hann er tikin so ofta fyri at koyra við kenning og fyri at koyra við kenning við ongum koyrikortið, at hesuferð missir hann koyrikortið í heili 10 ár.??
Bótin á 4.250 krónur er niðursett, og tað er bótin hjá kvinnuni á 2.000 krónur eisini. Orsøkin er, at bæði hava skerda inntøku.