Tað eru 392 nýggir smittutilburðir við koronuvirus í Danmark. Tað upplýsir Statens Serum Institut (SSI) í dag.
Tað er lægsta talið , sum er skrásett seinastu 13 dagarnar.
Smittutølini hava í høvuðsheitum verið lækkandi, síðani tey fríggjaagin og leygardagin vóru skeivum megin 600.
Hóast fallandi gongdina er talið av smittaðum enn fýra ferðir so høgt sum fyrst í september.
Lækkandi gongdin í smittutølunum sæst eisini í innleggingum á landsins sjúrkahúsum.
Í dag eru 107 innløgd við koronuvirus. Tað eru trý færri enn í gjár.
Talið av innløgdum er fimmfaldað síðani fyrst í september. Hóast hækkinginia er framvegis langt upp til metið í apríl, tá 535 vóru innløgd.
Út av teimum innløgdu eru 24 á intensivari deild, sum er ein færri enn í gjár. Níggju av teimum innløgdu á intensivari deild eru so sjúk, at tey hava tørv á respiratori fyri at anda.
Tað eru harumframt skrásett eitt nýtt andlát við koronuvirus seinasta samdøgrið.
Tað merkir, at 650 persónar eru deyðir eftir smittu við virusinum, síðani tann fyrsti doyði fyrst í mars.
Nú seinnapartin klokkan 15 verður tíðndafundur í Danmark um koronusmittuna. Eitt nú Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri og Søren Brostreøm, stjóri í Heilsustýrinum, vera við á tíðindafundinum.
/ritzau/