Akstovan hevur farnu viku latið politistøðunum kring landið 386 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2007.
- Kann bileigarin ikki vísa fram kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, sigur Akstovan.