Eldur kom í ein buss fullan av ferðafólki, sum rendi saman við einum lastbili í Brasil í dag. 38 fólk, íroknað bussførarin, doyðu.
Við bussinum vóru 45 fólk, og hini ferðafólkini eru flutt á eitt lokalt sjúkrahús og eru í lívsvanda.
Í fyrstu atløgu segði alarmsentralurin, at teir høvdu bjargað 13 fólkum úr bussinum.
Vanlukkan hendi um fýra tíðina um morgunin lokala tíð á einum motorvegi nærhendis býnum Teofilo Otoni í brasilska statinum Minas Gerais í landsynningspartinum av landinum.
Í fyrstu atløgu varð greitt frá, at eitt av dekkunum á bussinum brast, og síðani misti bilførarin tamarhaldið á bussinum, sum tí rendi á ein mótkoyrandi lastbil, sum var lastaður við flísum.
Men vitni á staðnum hava greitt frá, at ein granittsteinur datt úr lastini og á vegin. Sambært vitnum var hetta orsøkin til vanlukkuna, sigur tilbúgvingin.
- Bert kriminalteknisku kanningar kunnu staðfesta, hvør orsøkin er, sigur tilbúgvingin.
Forsetin í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva, skrivar á sosiala miðlinum X, at stjórnin er til reiðar at veita eina og hvørja hjálp til myndugleikarnar á staðnum.
- Eg syrgi djúpt og sendi mínar bønir til familjurnar hjá teimum fleiri enn 30 ofrunum í vanlukkuni í Teofilo Otoni í Minas Gerais. Eg biði fyri, at tey, sum yvirlivdu hendan ræðuliga sorgarleikin, koma fyri seg aftur, skrivar hann.
##med2##
Bussurin var á veg úr São Paulo til statin Bahia har eysturi í Brasil.
Trý ferðafólk í einum bili, sum eisini var partur av vanlukkuni, yvirlivdu. Bilurin endaði undir lastbilinum.
Bilførarin á lastbilinum flýddi av vanlukkustaðnum, sambært Reuters.
Ritzau/Reuters