Skráseting Føroya hevur sent 38 feløg í skiftirættin at verða avtikin, tí tey hava ikki sent inn ársroknskapin fyri 2016.
Føroysk partafeløg og smápartafeløg skuldu innan 1. juli í ár lata inn ársroknskapin fyri 2016. Tey, sum ikki gjørdu tað, fáa eina ávaring, men Skráseting Føroyar bíðar ikki, um eingin ársroknskapur verður sendur inn.
Tey feløg, sum ikki lata inn ársroknskapin verða stutt og greitt avtikin. Og ta uppgávuna hevur skiftirætturin.
Í síðstu viku, 28. august, sendi Skráseting Føroyar listan við teimum 38 feløgunum, sum ikki hava latið inn roknskap, til skiftirættin.
Her eru tey 38 feløgini:
1 | P/F Seta, 100 Tórshavn |
2 | Sp/f 88, 100 Tórshavn |
3 | Sp/f Danhof, 825 Froðba |
4 | Sp/f Edna, 100 Tórshavn |
5 | Sp/f GAJ Smíð, 350 Vestmanna |
6 | Sp/f Gihon, 100 Tórshavn |
7 | Sp/f Global, 188 Hoyvík |
8 | Sp/f Gólvbúni, 340 Kvívík |
9 | Sp/f HG- Invest, 188 Hoyvík |
10 | Sp/f Homsen, 926 Lopra |
11 | Sp/f Jógvan Norði, 650 Toftir |
12 | Sp/f K.E.A., 700 Klaksvík |
13 | Sp/f Karmsund, 110 Tórshavn |
14 | Sp/f GAJ Smíð Holding, 350 Vestmanna |
15 | Sp/f Nolsøe, 800 Tvøroyri |
16 | Sp/f Nordvaag, 110 Tórshavn |
17 | Sp/f Nordvik, 110 Tórshavn |
18 | Sp/f Olsen, 700 Klaksvík |
19 | Sp/f Pizza Master, 100 Tórshavn |
20 | Sp/f REKA, 700 Klaksvík |
21 | Sp/f Rókin Grønland, 625 Glyvrar |
22 | Sp/f Tóra, 270 Nólsoy |
23 | Sp/f Underwater Dive Service, 477 Funningsfjørður |
24 | Sp/f Vega, 710 Klaksvík |
25 | Sp/f Vágbingur, 900 Vágur |
26 | Sp/f tp consult, 100 Tórshavn |
27 | Sp/f A. D. Thomsen, 970 Sumba |
28 | Sp/f AJ Ltd., 180 Kaldbak |
29 | Sp/f Luft, 100 Tórshavn |
30 | Sp/f Rósan, 450 Oyri |
31 | Sp/f SC Nordic, 110 Tórshavn |
32 | Sp/f Scan Carrier, 110 Tórshavn |
33 | Sp/f Scotty's, 800 Tvøroyri |
34 | Sp/f Suðursmíð, 900 Vágur |
35 | Sp/f Tannklinikkin á Toftum, 650 Toftir |
36 | Sp/f Tjørnunes, 730 Norðdepil |
37 | Sp/f C-Invest, 100 Tórshavn |
38 | Sp/f C.Sara, 160 Argir |