366 flutt av landinum

Seinastu tvey árini eru 366 arbeiðsleys flutt av landinum.
Tað vísir ein uppgerð, sum ALS hevur gjørt.
Uppgerðin umfatar 3577 fólk, sum hava verið í ALS síðani 1. januar í 2011 og ALS hevur gjørt upp, hvat varð av teimum, tá ið tey fóru úr ALS.
Uppgerðin er gjørd soleiðis, at ALS hevur kannað eftir, hvørjum v-tali, ella arbeiðsgevaratalið, tey hava fingið sína fyrstu løn frá, eftir at tey fóru úr skipanini.
Uppgerðin vísir, at næstan helvtin, ella 1721 fólk, hava fingið arbeiði hjá tí privata.
Annars hava 456 fólk fingið útgjald frá ALS, men hetta er av tekniskum áðum, tí talan er um fólk, sum hava átt útgjald til góðar frá ALS hóast tey annars eru farin úr skipanini.
ALS metir, at ein fittur partur av hesum er farin í arbeiði, men annars eru tey býtt sundur ímillum allar hinar bólkarnar.
Annars hava 339 fólk fingið aðrar lønir frá tí almenna, helst er talan um fólk, sum hava fingið almenn størv.
Sostatt er talan um áleið 2100-2200 fólk av teimum 3577, sum eru við í uppgerðini, sum hava fingið arbeiði, antin privat ella alment starv.
Annars hava 88 farin í barsilsskipanina og somuleiðis hava 88 fólk hava eru farin undir Samhaldsfasta, tvs. at tey eru pensjónerað.
Annars hava 83 fólk fingið dagpengar, 45 hava fingið avlamispensjón, 9 fingu barnapoengar og 8 fingu uppihaldspengar.

Fóru av landinum
Men so er eisini ein bólkur uppá 366 fólk, sum eru farin beint av landinum, tá ið tey fóru úr ALS.
Hetta er eitt tal, sum stjórin í Als, Ernst Jacobsen, er rættiliga væl nøgdur við.
- Vit vita ikki rættiliga, hví hesi fólkini eru farin av landinum, um tey eru farin at arbeiða ella í lestrarørindum, sigur hann.
Men undir øllum umstøðum er hetta eitt lítið tal, leggur hann afturat.
- Hetta talið vísir, at ALS hevur prógvað sítt virði og hevur víst í verki, at talan er um eina góða skipan, sum stabiliserar samfelagið.
- Hetta talið vísir av álvara, hvørjar dygdir ALS skipanin hevur, leggur hann afturat
- Fólk rýma ikki longur úr Føroyum undan arbeiðsloysinum, sum tey gjørdu undir fyrru kreppuni í nítiárunum, tá ið eini 6000 fólk fluttu av landinum.
Tá ið fluttu fleiri túsund fólk av landinum upp á stutta tíð, men stjórin í AlS heldur, at vit eiga at fegnast um, at vit onki hava sæð til ta ræðumyndina hesuferð.

Ikki rýmd
Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS, er samdur
- Fyri tað fyrsta haldi eg, at tað er eitt lítið tal, at 366 fólk eru farin av landinum. Samanbera vit við kreppuna fyrst í nítiárunum, fóru fleiri túsund av landinum og kortini høvdu vit eitt arbeiðsloysi upp á 25%, sigur hann.
- Spurningurin er eisini, hvat tey eru farin uttanlands til. Eru tey farin uttanlands í lestrarørindum, er tað ikki vist, tað er so vánaligt.
Alfred Petersen er kortini sannførdur um, at tey eru ikki rýmd úr Føroyum í eina arbeiðsloysisskipan, sum er betri enn tann føroyska.
- Vit hava eina arbeiðsloysisskipan, sum ikki stendur aftanfyri tær í okkara grannalondum, so tað er ikki orsøkin, sigur Alfred Petersen.

MYNDATEKSTUR: TALVA 4
Hendan talvan vísir, hvar tey 3577 fólkini, sum hava verið í ALS síðani 1. januar í 2011, eru farin. Nógv tey flestu, næstan 2100-2200, hava fingið arbeiði, antin í privatu vinnuni ella hjá tí almenna