Meiri enn 360 fólk eru deyð, og 2,1 milliónir fólk eru noydd frá húsi og heimi í teirri ringastu vatnflóðini, sum hevur verið í Nigeria ta seinastu hálvu øldina. Sambært bjargingarfólki hava myndugleikarnir fingið váttan fyri, at í hvussu er 363 fólk eru deyð, og at meiri enn 18.000 eru løstað.
Tað er vatnflóð í Nigeria á hvørjum ári orsakað av teirri árligu regntíðini, men vatnflóðin í ár er munandi verri enn vanligt og hevur gjørt sera stóran skaða.
Goodluck Jonathan, forseti, hevur lýst vatnflóðina sum eina landsvanlukku, men bæði hann og landbúnaðarmálaráðharrin hava vissa fólk um, at eingin skal líða hungur orsakað av vatnflóðini.