36 eru deyð í skógareldi á Hawaii

Sambært lokalari sjónvarpsrás hevur oyggin Maui verið harðast rakt, har eldurin eisini spjaddi seg til bygt øki.

Skógareldur á Hawaii hevur sambært borgarstjóranum á næst størstu oynni í oyggjabólkinum kravt 36 mannalív.

 

Borgarstjórin, Richard Bissen, hevur upplýst yvirfyri lokalu sjónvarpsrásini, KITV, hvussu stórt dagførda talið av deyðum er.

 

Eldurin á oynni Maui spjaddi seg ógvuliga skjótt, tí her hevur verið turkur og væl av vindi. 

 

Sambært lokalu sjónvarpsrásini hevur Maui verið harðast rakt, har eldurin eisini spjaddi seg til bygt øki.

 

Søguligi býurin, Lahaina, í útnyrðingspartinum av oynni hevur eisini verið hart raktur av skógareldi.

 

- Her náddi eldurin eitt nú til økið, Front Street, har ein røð av handlum og matstovum eru, sum nógv ferðafólk vitja.

 

Skógareldurin hevur gjørt tað neyðugt at flyta burtur nógvar íbúgvar og ferðafólk, og her hevur eisini verið umfatandi streymslit.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur sagt, at øll orka, sum er tøk í økinum, skal brúkast til at basa eldinum og hjálpa fólkinum.