Tað gongur striltið hjá Skráseting Føroya at fáa roknskapirnar inn fyri 2012. Feløg hava skyldu at lata inn roknskap, seks mánaðir eftir at roknskaparárið endar. Hjá flestu feløgum fylgir roknskaparárið kalendaraárinum, og tí er evstamark at lata inn roknskapin 1. juli.
Tá freistin var úti 1. juli, høvdu útvið 800 feløg ikki latið inn roknskapin. Hesi feløg fingu øll ein rykkjara frá Skráseting Føroya.
Men tá Skrásetingin um dagarnar fór at gera upp, manglaðu framvegis 357 roknskapir frá partafeløgum og smápartafeløgum.
Tey feløg, sum ikki lata við seg koma, verða send í skiftirættin til tvingsilsavtøku. Skiftirætturin skal síðani viðgera feløgini fyri at fáa greiði á, um nøkur ogn er í feløgunum. Er nakað at fara eftir, verður farið undir trotabúarviðgerð. Er einki at fara eftir, verður felagið upployst uttan nakra viðgerð.










