Tað var seinasti framløgudagur í Løgtinginum í dag. Tað merkir, at tey mál, sum skulu avgreiðast í hesari tingsetuni, sum endar í seinasta lagi á ólavsøku, skuldu leggjast fyri tingið í seinasta lagi í dag – og vórðu teu latin Løgtingsskrivstovuni í seinasta lagi síðsta fríggjadag, tá frestin var úti.
Um okkurt mál skal viðgerast, sum ikki er lagt fyri tingið, tað sum eftir er av hesum tingárinum, so krevur tað, at 17 tingfólk skriva undir. Tað kemur meira enn so fyri, at mál verða løgd fram eftir at freistin er farin.
Tey 34 uppskotini, ið eru dagfest í dag 7. mars, sum vórðu løgd fram í dag, vóru hesi:
1. LM-112/2023 Uppskot til løgtingslóg um at verja ófødda barnið
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Jenis av Rana Steffan Klein Poulsen
2. LM-111/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Vektgjald fyri allar persónbilar)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Jenis av Rana Steffan Klein Poulsen
3. LM-110/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur fyri samsýning fyri hjálpararbeiði við kirkjuligum, manngóðum ella alment gagnligum endamáli)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Jenis av Rana Steffan Klein Poulsen
4. LM-108/2023 : Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Johan Dahl fyri Formansskapin Jóhannis Joensen fyri Formansskapin Bjørt Samuelsen fyri Formansskapin
5. LM-107/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna o.a.)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Johan Dahl fyri Formansskapin Jóhannis Joensen fyri Formansskapin Bjørt Samuelsen fyri Formansskapin
6. LM-105/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Øktur barnafrádráttur í landsskattinum)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin Bárður á Steig Nielsen fyri Sambandsflokkin Jenis av Rana fyri Miðflokkin
7. LM-104/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin
8. LM-103/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og møguleikan at avgreiða mál við fráboðan)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
9. LM-102/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Pengarnir fylgja barninum)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Beinir Johannesen Jørgen Niclasen Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Árni Skaale Bárður á Lakjuni
10. LM-101/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Avmarka heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Beinir Johannesen Jørgen Niclasen Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Árni Skaale Bárður á Lakjuni
11. LM-100/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Hægri botnfrádrátt í kommunuskattinum)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Beinir Johannesen Jacob Vestergaard Jørgen Niclasen Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Árni Skaale Bárður á Lakjuni
12. LM-099/2023 : Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Høgni Hoydal (landsstýrismaður)
13. LM-098/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Høgni Hoydal (landsstýrismaður)
14. LM-097/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Høgni Hoydal (landsstýrismaður)
15. LM-095/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum (Peningur til jarðfrøðiligar kanningar heldur enn umhvørvisárinsmetingar)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Høgni Hoydal (landsstýrismaður)
16. LM-094/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven og úrgildisseting av lov om Rederes Forpligtelse til at meddele statistiske Oplysninger (Myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av málsøkinum, sjórættur o.a.)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Høgni Hoydal (landsstýrismaður)
17. LM-092/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Hækkan av útgjaldshámarkinum, barsilspeningur til nýútbúgvin o.a.)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Ingilín Didriksen Strøm (landsstýriskvinna)
18. LM-091/2023 : Uppskot til løgtingslóg um pantskipan fyri íløt
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Ingilín Didriksen Strøm (landsstýriskvinna)
19. LM-090/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Framleiðsla og søla av el og fjarhita)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Ingilín Didriksen Strøm (landsstýriskvinna)
20. LM-089/2023 : Uppskot til løgtingslóg um Kervi+
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Djóni Nolsøe Joensen (landsstýrismaður)
21. LM-088/2023 : Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Bjarni Kárason Petersen (landsstýrismaður)
22. LM-087/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin) (Rætta tilvísingar og strika kravið um navnloysi og ókenniligheit í sambandi við almannakunngering av avgerðum hjá Dátueftirlitinum)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Bjarni Kárason Petersen (landsstýrismaður)
23. LM-085/2023 : Uppskot til løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Djóni Nolsøe Joensen (landsstýrismaður)
24. LM-084/2023 : Uppskot til løgtingslóg um føroyskan førleikakarm
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Djóni Nolsøe Joensen (landsstýrismaður)
25. LM-083/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um næmingatal í hvørjum flokki)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Djóni Nolsøe Joensen (landsstýrismaður)
26. LM-082/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Ásetingar um at boða frá, stuðul til foreldramyndugleikan, avgerðir um ávís viðurskifti hjá barninum og um at flyta eitt barnaverndarmál)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Djóni Nolsøe Joensen (landsstýrismaður)
27. LM-081/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Dennis Holm (landsstýrismaður)
28. LM-080/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Undantak fyri gjaldskyldu, afturgjaldsreglur, heimild til innheinting av skuld o.a. og nágreinan av, hvussu tilskotið skal roknast, tá ið ein fyllir 18 ár, tá ið ein verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tilskotstíðarskeiðinum)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Margit Stórá (landsstýriskvinna)
29. LM-079/2023 : Uppskot til løgtingslóg um heildarætlan fyri Kjarnuna
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Ruth Vang (landsstýriskvinna)
30. LM-078/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Virkisskrá (Dagføring av listanum yvir grundardátur og útflýggjan av p-talinum)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Ruth Vang (landsstýriskvinna)
31. LM-077/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Gjaldfreist í sambandi við altjóða trætumál, víðkað heimild at vitja peningastovnar í eftirlitshøpi o.a.)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Ruth Vang (landsstýriskvinna)
32. LM-076/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. (Avtøka av kærunevnd trygdargrunsins)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Ruth Vang (landsstýriskvinna)
33. LM-075/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. (Markið fyri inntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini, verður hækkað o.a.)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Sirið Stenberg (landsstýriskvinna)
34. LM-073/2023 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Ræðislógin) (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)
Slag
Lógaruppskot
Uppskotssetari: Aksel Vilhelmson Johannesen (Løgmaður)
Meira kann lesast um uppskotinum við at trýsta her