Tá Peter Greenberg, ferðakønur hjá CBS News í Amerika, millum annað nevndi Føroyar, sum eitt tað mest spennandi landi at vitja í 2018, hoyrdu 3.000.000 amerikanarar um Føroyar. Ferðavinnan er vaksandi, og áhugin í Føroyum er eisini vaksandi í londum uttan fyri Evropa. Lond so sum Amerika, Avstralia og fleiri lond í Asia.
Talið av miðlum, sum tilnevna Føroyar sum eitt av heimsins mest spennandi ferðamálum, sær bara út til at vaksa. Í nøkur ár hava fleiri av heimsins størstu fjølmiðlum umrøtt Føroyar í hesum høpi.
Les eisini: Amerikanarar eru áhugaverdir fyri Føroyar
Guðrið Højgaard nevnir eisini umtaluna, sum Føroyar fingu á CBS frá Peter Greenberg, tá hann nevndi Føroyar, sum eitt tað mest spennandi landi at vitja í 2018. Visit Faroe Islands hevur havt samband við Peter Greenberg í eina tíð, og fleiri ferðir hevur verið roynt at fingið hann til Føroya at vitja men sendingin, sum hann ger er kostnaðarmikil, og Visit Faroe Islands hevur ikki pening til at rinda fyri at fáa slíka umtalu.
–Vit hava tó framhaldandi havt dialog við miðlarnar har, og tað var gleðiligt, at hann valdi at nevna Føroyar, hóast vit onki hava goldið, sigur hon og leggur afturat, at søgurnar, ið verða sagdar um Føroyar í Amerika eru einamest um serstakan mat og flott design, sum stórur áhugi tykist at vera fyri.
–Hóast vit enn er ókend, so síggja vit ein tíðiligan áhuga og stóran vøkstur, tí Føroyar eru ein søga, sum ikki áður er søgd, og tí er tað dragandi, sigur Guðrið Højgaard.
Meginparturin av amerikanarunum, ið vitja í Føroyum koma við ferðamannaskipum, og steðga bert í nakrar tímar. Men tað eru eisini alsamt fleiri, ið velja Føroyar sum ferðaland. Í 2016 vóru 3300 gistingar úr Amerika, og tað er fimm prosent av samlaðu gistingunum ta árið.
Visit Faroe Islands legði fyrstu árini eina langtíðarætlan, og tá varð avgjørt at fokusera uppá Evropa í marknaðarføringsarbeiðinum. Amerika er tó tilvitað tikið við í PR arbeiðinum og digitalari marknaðarføring á sosialu miðlunum. Í fjør vóru umboð frá Visit Faroe Islands tó fyri fyrstu ferð á eini stevnu í Amerika, og ætlanin er at fara aftur í ár. Umframt tað, so vitja amerikansk umboðsfólk í Føroyum og skapa umtalu á tann hátt.
Orsøkin til, at Visit Faroe Islands ikki ordiliga hevur satsað uppá Amerika er ikki, at Amerika ikki er av áhuga, men heldur er tað raðfestingin av tíð, orku og peningi, greiðir hon frá.
Tað er tó nevningsvert at størsti vitjunarbólkurin á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands er úr Amerika. Orsøkina heldur Guðrið millum annað vera heita orðaskifti um grindadráp, ferðafólk við ferðamannaskipum og eisini onnur, ið hava hoyrt um Føroyar gjøgnum ymisku PR átøkini.
Guðrið Højgaard sigur, at var meir orka og peningur til marknaðarføring, so hevði Visti Faroe Islands satsa meir uppá Amerika, tí amerikanarar passa væl til Norðurlendsk ferðamál, tí tey eru løtt at hava við at gera og leggja nógvan pening eftir seg.