3000 grindamenn í Føroyum

Í fjør og í ár hevur Jústines Olsen, djóralækni, ferðast kring landið og hildið skeið fyri grindamonnum.

 

Tað hevur hann gjørt í kjalarvørrinum av at lógin varð broytt, so at fara tey, sum hava verið á skeið í at avlíva hval, og sum hava fingið prógv í tí, sleppa hereftir at avlíva hval í einum grindadrápi.

 

Á skeiðunum fingu grindamenn undirvísing um kropsbygnaðin á hvali og hvussu mønustingarin skal brúkast.

 

Og tilsamans hava næstan 3.000 mans, og nakrar heilt fáar kvinnur, verið á skeið og fingið prógv sum fulltiknir grindamenn.

 

Men tað var upplýst á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum, at ein trupulleiki er at fólk, sum hava verið á skeið, ikki fara á kommunuskrivstovurnar eftir prónum.

 

Annars varð eisini upplýst, at mønustingararnir, teir hava nýtt, eru ov veikir, og tí hava lyndi til at boygna, tá teir verða brúktir. Nú verður tó arbeitt við at broyta teir, fyri at koma trupulleikanum til lívs.