Ár um dag hevur Moon-trúarrørslan skipað fyri fleiri hópbrúdleypum. So var eisini í Suðurkorea fyri kortum, har 3.000 pør vórðu vígd samstundis.
Samstundis luttóku 12.000 pør úr øllum heiminum um alnótina. Hesum boðar Ryu Kyeung-seuk frá, ið er leiðari á høvuðsstøðini hjá kirkjuni í Suðurkorea.
Tað er kenda Moon-rørslan, ið stóð fyri vígsluni. Rørslan varð stovnsett av Sun Myung Moon í 1954. Han fór foldum frá í 2002, 92 ára gamal. Hann byrjðai at skipa fyri hópbrúdleypum í sekstiárunum.
22.000 fjepparar og gestir vóru savnaði við kirkjuna Cheongshim Peace World Center í Gapyeong, 75 kilometur frá høvuðsstaðnum Seoul.
Um 2.000 av luttakandi pørunum vóru gift frammanundan. Tey vildu endurnýggja hjúnabandið, av tí at tey longu vórðu gift áðrenn tey gjørdust limir í Moon-rørsluni.
Stovnarin, Sun Myung Moon, var ein umstríddur maður. Hann hevur m.a. verið fongslaður fyri skattasnít í USA, og í 1992 boðaði hann umheiminum frá, at hann og konan vóru frelsarar.