3000-4000 bilar gjøgnum Leirvíksbygd um dagin

Tað sigur ein kanning, sum eitt danskt felag, ið ger slíkar kanningar ymstaðni í heiminum, hevur gjørt fyri Leirvíkar kommunu

Ferðsluviðurskifti

Ein kanning, sum eitt danskt felag hevur gjørt fyri Leirvíkar kommunu, vísir, at einir 3000-4000 bilar fara at koyra ígjøgnum bygdina í Leirvík, tá ið Norðoyatunnilin letur upp. Kanningin, sum er gjørd fyri einum góðum ári síðan, er ikki almannakunngjørd enn.
Sum skilst, hevur felagið, ið hevur gjørt kanningina, drúgvar royndir á sínum øki og hevur gjørt slíkar kanningar ymsastaðni í heiminum.
- Tær framrokningar, sum vit annars hava hoyrt um, siga, at ferðslan millum Norðoyggjar og meginøkið fer at økjast eini 25% við Norðoyatunlinum, men hetta er tað reina tvætl. Hetta sóu vit best, tá ið Vágatunnilin læt upp.

Økist nógv meira

Fólk, sum hava tikið stig til at savna inn undirskriftir í Leirvík, vísa til kanningina hjá danska felagnum.
- Tað vísir seg nevniliga, at ferðslan økist ógvuliga nógv, tá ið stór økir verða bundin saman við føstum sambandi.
Í donsku kanningini verður víst á, at í hesum førinum er tað næststørsti býurin í Føroyum, ið fær fast samband við restina av landinum.
Alt bendir á, at hetta fer at skapa nógva meira ferðslu, enn vit duga at ímynda okkum.
- Niðurstøðan í kanningini er, at tunnilsloysnin í Leirvík er hin skilabesta, siga tey, sum hava tikið stig til at savna inn undirskriftir í Leirvík.