300 milliónir farin ígjøgnum tunnilin

Meiri enn 300 milliónir fólk eru farin ígjøgnum tunnilin undir Ermasundi, síðani hann lat upp fyri ferðslu í juni í 1994. Sagt verður, at talið kom upp á 300 milliónir seinasta hósdag, og at sostatt eru 50.000 fólk farin ígjøgnum tunnilin í meðal um dagin síðani byrjanina. Tað mesta var, tá teir olympisku leikirnir byrjaðu í London í summar.

Eurotunnel, sum tunnilsfelagið eitur, hevur havt hall líka síðani byrjanina, men í fjør var fyri fyrstu ferð avlop í roknskapinum, og soleiðis er eisini higartil í ár.

Tunnilin undir Ermasundi er 50 kilometrar langur. Ensku megin kemur hann upp við Folkestone í Kent og fronsku megin við Coquelles í Pas-de-Calais (myndin). Eurostar-tokini, sum koyra ígjøgnum tunnilin, koyra millum London, París og Bruxelles. Ein tokferð úr London og París tekur hálvan triðja tíma.