300 krónur fyri at sova um Suðuroyarfjørð

Ert tú ringur í sjóverki, mást tú rinda 300 krónur umframt vanliga ferðaseðilin fyri at fáa koyggju umborð á Smyrli teir báðar tímarnar, ferðin varir. Fyrr var kostnaðurin 70 krónur


 

Um somu tíð, sum álitið um at menna útjaðaran varð handað landsstýrinum, hækkaði prísurin at leiga eina koyggju um Suðuroyarfjørð við 328,6 prosentum.

Tað kann vera rættuliga baldrut at sigla um Suðuroyarfjørð. Og fyri at gera túrin eitt sindur frægari hjá teimum, ið eru ring av sjóverki ella hava børn, hevur tað verið møguligt at leiga sær eitt lítið kamar við einari uppreiddari koyggju fyri 70 krónur.

Men nú hevur Strandfaraskip Landsins brádliga gjørt av at hækka prísin upp í 300 krónur.


Øsir Suðuroyingar

Tað kemur ofta fyri, at fólk ynskja at fáa koyggju umboð á Smyrli, tá verðrið er vánaligt. Tí kemur tað illa við hjá Suðuroyingum, at prísurin fyri koyggjuna er hækkaður so nógv.

Suðuroyingar eru so mikið ónøgdir við príshækkanina, at Hergeir Nielsen, sum er valdur á ting í Suðuroynni fyri Tjóðveldisflokkin, hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum skrivligan fyrispurning um hetta.

Hergeir Nielsen spyr, um landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, fer at leggja prísbygnaðin hjá Strandfaraskipum Landsins til løgtingsins viðgerð.

Suðuroyartingmaðurin vísir á, at vinnunevndin í sambandi við viðgherðina av einum uppskoti hjá Sambandsflokkinum um at áseta sama prís á øllum farleiðum hevur sagt, at Strandfaraskip Landsins arbeiðir við nýggjum prísbygnaði.

? Samstundis hevur Strandfaraskip Landsins hækkað koyggjuprísin umborð á Smyrli úr 70 krónum upp í 300. Væntandi er, at hetta verður leisturin fyri nýggju prísskipanini, og landsstýrismaðurin veit, at hendan prísøking, ið hann varðir av, ikki eigur undirtøku á tingi, vísir Hergeir Nielsen á í viðmerkingunum til fyrispurningin.


Fleiri orsøkir

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur fleiri orsøkir vera til, at prísurin á koyggjunum er hækkaður. Ein av orsøkunum er, at felagið roynir at fyribyrgja, at skipið ikki verður sorað sundur.

? Tú kanst hugsa tær tá ein riðin av ungdómi leigar kamar fyri 70 krónur og brennir tað við sigarettum, knúsar vaskið og annars raserar alt kamarið. Tá loysir tað seg ikki at halda prísin á 70 krónum. Tískil liggur ein fyribyrging í, at prísurin er hækkaður.

Men Reidar Nónfjall vísir eisini á aðrar orsøkir.

? Vit skulu reka hesa fyritøkuna eftir vinnuligum fortreytum. Tað kostar at vaska seingjaklæði og annars halda kømurini. Tí var neyðugt at seta prísin upp.

Stjórin á Strandfaraskipum Landsins vísir í hesum sambandi á, at felagið hevur gjørt klivar við sofum umborð á Smyrli, har tað væl ber til at sova, um tú ert ringur í sjóverki.

Tað ber eisini til at leiga kamar umborð á Smyrli fyri eina nátt, um tú ert handilsferð í Suðuroynni. Hetta kostar somuleiðis 300 krónur.

? Seingjaklæðini skulu jú vaskast, líkamikið um onkur hevur sovið í teimum hálvanannan tíma ella átta tímar, vísir Reidar Nónfjall á.

Annars heldur Reidar Nónfjall tað vera smálutir at tosa um koyggjuprís. Hann heldur, at tað í staðin eigur at verða tosað um at gera nýggja Suðuroyarskipið.