30 ár síðan Kubatrolararnir komu

Um miðjan August 1973 komu 9 hekkutrolaar til landið, sum Skipafelagið Føroyar hevði keypt úr Cuba.

Trolararnir vóru 130 føtur langir og 8,2 metrar breiðir. Teir eru keyptir frá Eysturtýsku skipasmiðjuni, sum eisini bygdi farmaskipini, sum Skipafelagið keypti í 1972. Prísurin var umleið 8 mill. krónur fyri allar trolararnar. Trolararnir vóru bygdir í 1970-71 til Kubansku myndugleikarnar, men vórðu ongantið yvirtiknir frá skipasmiðjuni.
55 mans vórðu sendir eftir skipanum, og høvdu teir góðar 3 vikur um at sigla tey heim úr Havana.
Í vinstra horni á myndini sæst stjórin á Skipafelagnum Føroyar, Oddur Niclasen.


Kelda: Myndaárbókin "árið ið fór" 1973