Tað hevur verið óvanliga heitt í nógvum amerikonskum býum teir seinastu dagarnar, og sambært landsmyndugleikunum hevur tann nógvi hitin kostað 30 fólkum lívið. Í høvuðsstaðnum Washington vóru hitamátararnir upp á 40,5 stigum í gjár, í St. Louis vóru 41 stig og í Indianapolis 40.
Veðurmenninir siga, at í meiri enn 20 statum ligur hitin miðskeiðis millum 30 og 40 stig, og fleiri býir hava sett nýtt hitamet.
Í statunum Illinois og Wisconsin hevur hitin oyðilagt vegirnar nógvastaðni, og í statinum Maryland fór eitt tok av breytini, tí hon gav seg í tí nógva hitanum.