30 dagar fyri harðskap og rúsdrekkakoyring

Í Føroya Rætti í morgun varð ein 44 ára gamal maður dømdur 30 daga treytaleyst fongsul fyri harðskap, og hartil fekk hann tilsamans 11.000 krónur í bót fyri at hava koyrt ávirkaður og fyri herverk.

Maðurin játtaði seg sekan í øllum trimum ákærunum, ið snúðu seg um harðskap, herverk og hava koyrt ávirkaður.

Hendingin viuð harðskapinum og herverkinum fór fram um somu tíð fyrst í juni í fjør. Ákærdi maðurin hevði møtt upp uttan fyri ein koyriskúla, har kvinnan tók koyrikort til lastbil.

Sambært órættaðu kvinnuni rópti og skrálaði maðurin, tók í armarnar á henni, so hon fekk blá merki, og sló hana einaferð við flatari hond aftan fyri oyra vinstrumegin.

Umframt órættaðu kvinnuna førdi ákæruvaldið tvey onnur vitni. Annað teirra hevði meldað hendingina, men hesi vitni vóru ikki til so stóra hjálp hjá ákæranum, tí tey høvdu ikki sæð harðskapin, tí tey gingu til og frá.

Myndir vórðu tó lagdar sum prógv fyri, at kvinnan í hvussu so er hevði blá merki. Ákærdi mintist ikki heilt hendingina, men hómaði tó, at hann hevði sligið og hildið í armarnar á kvinnuni. Hann mintist eisini heilt greitt at hava sparkað vinstru baklykt inn, tí í hendingini hevði hann brotið stórutá.

Øll trý vitnini søgdu, at tá kvinnan fór í viðførisrúmið eftir donkraft og krosslykli, tók maðurin hetta frá kvinnuni, og tveitti oman í bøin.

Órættaða kvinnan greiddi eisini frá, at maðurin hevði trýst seg upp móti einum trægarði við tí úrsliti, at tað brakaði í lendunum. Hon hevur tó ikki fingið nakað mein av hesum.

Dómarin helt ákæruvaldið hava prógvað sínar pástandir, og dømdi mannin 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing og 10 dagbøtur á 1.100 krónur. Eisini fekk maðurin frádømt rættin at koyra bil í eitt ár, galdandi frá 17. September 2012, tá koyrikortið varð tikið frá honum.