30-40 fólk stukku inn á gólvið

Nýggja útvarpsrásin hjá suðuroyingum fekk eina góða byrjan. Í dag verður aftur lagt til brots

Útvarp

Tað vóru eini 30-40 fólk, sum stukku inn á gólvið, tá ið nýggja útvarpsrásin hjá suðuroyingum, Suðurrás fór av bakkastokki seinasta hósdag.
Suðurrás sendir einaferð um vikuna í samstarvi við Útvarp Føroya og Suðurrás er á skránni hjá útvarpinum hvørnn hósdag fra kl. 17.05 til klokkan 18 og fyrsta sendinginvar seinasta hósdag.
Í samband við jomfrúsendingina, hevði Suðurrás opið hús í upptøkuhølunum í Litbúðini í Vági og har nýttu fólk úr allari oynni høvi til at støkka inn á gólvið, eisini bý- og bygdaráðslimir.
Í dag er fer Suðurrás aftur í luftina. Í sendingini í dag verður tosað við stjóran í Suðuroyar Heilsølu, Magnus Jensen, sum er í ferð við at verða sett á stovn. Somuleiðis verður prátað við kolamenn í Hvalba, umframt at okkurt annað verður at frætta eisini.