30-40 bilar fastir Millum Fjarða

Um 22 tíðina jólaaftan, tá veðrið versnaði norðanfyri, byrjaði løgreglan at fáa fráboðanir um bilar, ið stóðu fastir í kavanum. Tað kavaði sera illa, nógvur vindur var, og fannirnar løgdu seg tí skjótt um vegirnar, so ikki bar til at koyra.
Serliga báðumegin Norðskálatunnilin og Millum Fjarða var at kalla ógjørligt at koyra.
Vakthavandi sigur, at politiið um miðnáttarleitið fekk eina fráboðan frá Landsverk um, at einir 30-40 bilar stóðu fastir Millum Fjarða. Óvist er hvussu leingi teir stóðu, men Landsverk fekk grivið teir so frætt leysar, at teir aftur fingu koyrt.