Eini 30.000 fólk vóru til veðurlagstiltakið á Christiansborg Slotsplads í Keypmannahavn í gjár,sigur Jesper Bangsgaard, varapolitiinspektørur.
Hann sigur, at alt gekk friðarliga fyri seg.
– Alt gekk sum ætlað. Tað gekk eitt sindur seinni at koma í gongd, og tað seinkaði tiltakið eitt sindur. Men hetta eru bara smálutir. Tá tað snýr seg um so nógv fólk, so tekur tað longri tíð, ewnn rokna verður við, sigur Jesper Bangsgaard.
##med2##
Veðurlagskravgongan var í 12 býum í gjár kring alt Danmark, har fleiri túsund fólk hava gjørt vart við óttan fyri alheims upphiting.
Í Keypmannahavn var tað svenska veðurlagsstríðskvinna, Greta Thunberg, sum varð boðin athalda røðu.
16 ára gamla Greta Thunberg er upp á minni enn eitt ár vorðin heimskend fyri sítt stríð fyri veðurlagnum og fyrimynd fyri ung kring allan heimin. 20. august í 2018 byrjaði hon at taka frí úr skúlanum fyri at mótmæla framman fyri Riksdagen í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólm.
##med3##
Í røðu síni í Keypmannahavn í gjár mælti hon til, at tað verður tosað við álvarsorðum um veðurlagið. Men orð einsamøll er ikki nóg mikið, tað skal eisini gerast nakað, segði Greta Thunberg.
– Vit skulu viðgera eina neyðstøðu sum eina neyðstøðu. Vit skulu hugsa øðrvísi, segði hon .
/ritzau/