Fyrr vóru summar bygdir dansibygdir. Í gomlum døgum var tað sjálvsagt føroyskur dansur, ið talan var um. Sumba er tiltikin fyri at halda lív í føroyska dansinum, men tey duga eisini at dansa annað enn føroyskan dans í Sumba.
Í Suðuroynni hevur í eitt mannaminnið verið siðvenja, at dansur er í Samkomuhúsinum í Sumba 3. jólakvøld.
Soleiðis verður eisini í ár, har Jens Marni og Kim Hansen spæla góðan dansitónleik til bæði yngra og eldra ættarliðið.
Dansurin er frá 23.30 til 04.00 og er tað FC Suđuroy, sum skipar fyri.











