Laksur
Tað er felagið, Norðaling, ið Vestsalmon rekur, sum eigur aliringarnar og fiskin á Oyndarfirði.
Á Vestlaksi, sum er eitt av feløgunum í "ketuni", siga tey, at óvist er, hvussu leingi hol hevur verið á nótini í tí eina aliringinum. Enn er fiskurin, sum eftir gongur í ringinum, ikki tikin, og tí er eisini óvist, hvussu stórt tal av laksi er sloppið úr nótini.
Ikki sjúkur
Fyri nøkrum mánaðum síðan varð ILA-smitta staðfest í alibrúkinum hjá Norðaling á Oyndarfirði, men á Vestlaksi siga tey, at fiskurin í ringinum, sum hol kom á, var ikki sjónliga sjúkur.
- Eingin fiskur doyr í hesum ringinum, og sjónlig tekin eru ikki til sjúku, siga tey á Vestlaksi.
So skjótt, funnið varð út av, at hol var á nótini, varð nótin bøtt, og síðan er eingin fiskur sloppin út.
3000 tons
Á Oyndarfirði svimja 1,4 milj. laksar, og nú ILA-smitta er staðfest, verður fiskurin tikin so við og við.
Tað er P/F Kryvjing í Klaksvík, sum slaktar og kryvur fiskin fyri Norðaling.
Ein brunnbátur við lokaðum ventilum flytur laksin av Oyndarfirði til Klaksvíkar.
Á Vestlaksi siga tey, at meginparturin av fiskinum á Oyndarfirði er tøkuførur, og tað er tann størsti fiskurin, sum fyrst verður tikin.










