2o - 27 sigast upp á Landssjúkrahúsinum

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur nú lagt sína árligu spariætlan fram

Ímillum 20 og 27 fólk skulu sigast nú upp á Landssjúkrahúsinum.

Hetta er avleiðingin av teimum sparingum, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum ætlar at seta í verk í ár fyri at kunna halda játtanina á fíggjarlógini.

Løgtingið hevur í ár játtað Landssjúkrahúsinum 193.863 milliónir til lønir.

Men skuldi tað havt fingið nóg mikið til lønarhækkingarnar uppá 6,35%, og til útreiðslurnar uppá 1,6 millión til tað nýggju leiðsluna í sambandi við bygnaðarbroytingarnar, skuldi játtanin verið 3.248 milliónir hægri.

Men afturat hesum koma upphæddirnar, sum ymsar deildir hava brúkt ov nógv árini frammanundan og sum skal vinnast innaftur. Sostatt verður neyðugt at siga onkustaðni ímillum 20 og 27 fólkum úr starvi, alt eftir, hvussu harðliga fram verður farið var boðskapurin frá Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðara, á leiðslufundinum mikudagin.

Ikki minst verður røktarøkið hart rakt av sparingunum, tí upp til 12 sjúkrasystrar skulu sigast úr starvi.

Harafturat skulu eitt ella tvey fólk sigast upp á laboratoriunum, umframt trý fólk, sum koyra sjúkrabilin í Eysturoynni. Samstundis er ætlanin at privatisera sjúkraflutningstænastuna í Eysturoyvvi.

Eisini er ætlanin at siga tveimum fólkum upp á snikkaraverkstaðnum og fýra fólkum á maskinverkstaðnum.

Men harafturat er ætlanin at leggja vekslaran, húsavørðarnar og sjúkraflutningstænastuna saman.

Sum er, sita tvey fólk hurð um hurð og taka telefon um næturnar og hildið verður, at tað er nógv mikið við einum fólki. Men um dagin skal ein portørur hjálpa til og samskipa tænasturnar hjá portørunum.

Samstundis skal fólkið í vekslaranum á skeið at læra seg at taka ímóti samrøðum um bráðfeingis sjúkraflutning. Somuleiðis er ætlanin at samskipa portørarnar og húsavørðarnar, tí í báðum førum er talan um flutning og goymsluvirksemi.

Við hesum broytingum er mett, at fýra størv kunnu sparast. Fyri ein part verður tó talan um nátúrliga frágongd.

Jógvan Jensen, leiðari á sjúkraflutningstænastuni, heldur, at umskipingarnar hjá portørunum, húsavørðunum og sjúkraflutningstænastuni í Eysturoynni eru fult út forsvarligar.

? Tað er ongin orsøki til, at tvey fólk ansa telefonini um náttina, tí tað er leingi ímillum, at hin ringir. Og at privatisera sjúkraflutningin í Eysturoy, er roynt fyrr í Vágum og í Sandoynni, har teir, sum koyra sjúkrabil, fáa løn fyri hvønn túr og ikki fasta løn. Tað er ein skipan, sum virkar avbera væl. Og hann dugir heldur ikki at síggja meiningina í, at bæði portørar og húsavørðar skulu koyra so nógv runt við og eftir varu.

? Við eini felags leiðslu hevði borið til at samskipa flutrningin, so at hann bleiv nógv effektivari, sigur hann.