Í februar í ár vóru 27.149 løntakarar, upplýsir Hagstovan í dag. Tað eru 852 fleiri enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at støðugi vøksturin í løntakaratalinum heldur fram.
##med2##
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu árini. Fyri góðum fimm árum síðani vóru á leið 500 fleiri menn enn kvinnur, sum vóru løntakarar. Í dag er munurin 1.100 millum bæði kynini.
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.