26 ára gamal handtikin fyri Marco Polo-eldin

Løgreglan í Havn handtók í gjár ein 26 ára gamlan mann, sum er skuldsettur fyri at hava sett eld á matstovuna Marco Polo

Klokkan hálvgum fýra í gjár var ein 26 ára gamal maður til grundlógaravhoyringar í Føroya Rætti skuldsettur fyri eldásetingina í matstovuni Marco Polo í Havn mánanáttina.

Tað vóru kanningarnar hjá løgregluni, sum førdu til, at maðurin kundi handtakast.

Í skrivandi løtu eru avhoyringarnar ikki lidnar, og kenna vit tí enn ikki úrslitið av avhoyringunum, men løgreglan hevur biðið um at fáa mannin fongslaðan, meðan kanningarnar fara fram.

Tað var um tveytíðina mánanáttina, at boðað varð frá eldinum,

Í blaðnum í gjár varð heitt á fólk, sum høvdu verið á staðnum um tað mundið, boðað varð frá eldinum, um at venda sær til løgregluna. Av misgávum varð sagt mánakvøldið. Tað skal sjálvandi vera sunnukvøldið og mánanáttina - og er løgreglan framvegis áhugað í at hoyra frá fólki. Meira um málið í blaðnum í morgin.