250.000 krevja kanadiska ríkisborgararættin tiknan frá Musk

Elon Musk arbeiðir eftir øllum at døma við at "strika fullveldið hjá Kanada", stendur í áheitanini.

Elon Musk er kanadiskur ríkisborgari, og 250.000 hava skrivað undir eina áheitan um at taka frá honum kanadiska ríkisborgararættin. (Arkivmynd). - Mynd: Frans Chung/Politico/Ritzau

250.000 fólk hava skrivað undir eina áheitan, sum krevur, at kanadiski ríkisborgararætturin verður tikin frá milliarderinum Elon Musk.

Elon Musk varð føddur í Suðurafrika í Pretoria, áðrenn hann flutti til Kanada og fekk kanadiskan ríkisborgararætt gjøgnum mammu sína, Maye Musk. Hon er ættað úr landslutinum Saskatchewan í Kanada.

Í áheitanini, sum varð latin upp 20. februar, stendur, at Musk "hevur verið við í virksemi, sum er ímóti tjóðaráhugamálum hjá Kanada."

Musk er "vorðin limur í eini útlendskari stjórn, sum roynir at strika fullveldið hjá Kanada", stendur í fráboðanini.

Musk, sum stovnaði elbilafyritøkuna Tesla, er ein av nærmastu ráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Í einum nú strikaðum uppslagi á sosiala miðlapallinum X mánadagin, spottaði Musk áheitanina og segði, at "Kanada ikki er eitt veruligt land."

Musk eigur X.

Hann hevur víst sín sterka stuðul til Trump, sum fleiri ferðir hevur sett spurnartekin við fullveldið hjá Kanada, gjørt gjøldur burtur úr politisku leiðarunum í Kanada og ført fram, at Kanada skal gerast ein amerikanskur statur.

Charlie Angus, limur í Undirhúsinum í tjóðartinginum í Kanada, stendur aftanfyri undirskriftainnsavningina.

Hann er limur í Javnaðarflokkinum New Democratic Party (NDP).

- Fólk sum Elon Musk eru fíggindar hjá landi okkara, sigur Angus.

Áheitanir, sum verða lagdar fyri kanadiska tjóðartingið, kunnu ikki áleggja stjórnini nakað, men tær kunnu hava við sær eitt alment svar frá stjórnini.

Tjóðartingið er í løtuni suspenderað og fer ikki verka aftur fyrr enn 24. mars.

Sambært stjórnini kann kanadiskur ríkisborgararættur takast aftur, um ein persónur hevur framt svik, logið í sambandi við innflytaraumsókn, ella hevur verið í útlendskum heri undir vápnaðum stríði móti Kanada.

 

Ritzau/AFP

 

Elon Musk er kanadiskur ríkisborgari, og 250.000 hava skrivað undir eina áheitan um at taka frá honum kanadiska ríkisborgararættin. (Arkivmynd). - Mynd: Frans Chung/Politico/Ritzau