Tað er altíð spennandi at skipa fyri einum nýggjum tiltaki, ið eingin annar hevur roynt áður. Men fyrireikararnir hava ikki fyri neyðini at skammast, hvørki við fyrireiking ella undirtøku.
Fríggjakvøldið segði ein av fyrireikarunum við útvarpið at teir vóru ovfarnir av, hvussu nógv atgongumerki vóru seld.
- Vit hava í roynd og veru selt fleiri atgongumerki enn væntað, varð sagt frammanundan. Nú fyriliggja so endaligu tølini.
Og hesi munnu helst geva fyrireikarunum íblástur til ein líknandi festival komandi ár!