Frá miðskeiðis í september og restina av árinum verða 48 spanskar floghavnir raktar av verkføllum. Tað eru allir flogvøllir, sum verður riknir av felagnum AENA.
Talan er um flogvøllir sum Barcelona, Alicante, Málaga, Palma de Mallorca, Tenerife, Las Palmas, Lanzarote, Ibiza, Fuerteventura og Madrid.
Blaðið El Páis skrivar, at størsta spanska fakfelagið CCOO og fakfeløgini UGT og USE eru misnøgd við lønar- og arbeiðstreytir hjá sínum limum á flogvøllunum, og tí hava tey boðað frá 25 verkfalsdøgum í heyst.
Ásettu verkfalsdagarnir eru hesir:
September: 15, 17, 22, 24 og 29
Oktober: 1, 6, 11, 15, 27, 30 og 31
November: 3 og 5
Desember: 1, 4, 5, 7, 8, 10, 26, 27, 28, 29 og 30
Í summar hevur flogvøllurin í Barcelona fleiri ferðir verið órógvaður av verkføllum, og tað hevur havt við sær, at langar køir hava verið í trygdareftirlitinum.
73.000 fólk starvast hjá AENA, sum vaks sítt avlop við 40 prosentum í fjør, samstundis sum felagið noktar at vaksa um talið á starvsfólkum og geva starvsfólkinum betri løn.
AENA hevur sambært El País sagt, at tey rokna við at gera eina nýggja avtalu við fakfeløgini í næstum.










